Donsk pensjónsfeløg størri úrtøku enn tey føroysku

06.04.2022 - 10:47
InnlendisSamfelag
Donsk pensjónsfeløg størri úrtøku enn tey føroysku
Kanning hjá Tryggingareftirlitinum vísir, at donsku feløgini hava 5,8 prosent í avkasti, men tey føroysku hava bara 3,1 prosent
Donsk pensjónsfeløg hava nógv størri avkast enn tey føroysku, vísir kanning hjá Tryggingareftirlitinum.

Er tað eitt danskt lívstryggingarfelag ella danskur eftirlønargrunnur, sum umsitur lønina hjá tær, so kanst tú vænta at fáa munandi størri úrtøku av íløguni, enn hjá teimum føroysku.

Tað vísir nýggjasta kanningin hjá Tryggingareftirlitinum.

Har føroysku feløgini kunnu vísa á eitt avkast upp á 3,1 prosent frá 2016 til 2020, hava donsku feløgini 5,8 prosent í avkasti.

Hoyr samrøðu við Jógvan Thomsen, stjóra í Tryggingareftirlitinum, í útvarpstíðindunum.

Tað ber eisini til hjá føroyingum at hava eftirlønina hjá føroysku peningastovnunum.

Teir eru ikki við í kanningini, tí eftirlitið við teimum er danskt málsøki, meðan tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar eru fevnd av lógini um tryggingarvirksemi.

 

Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168