Góðkenna ikki tveir limir í eftirlønargrunni

17.05.2022 - 13:21
InnlendisSamfelag
Góðkenna ikki tveir limir í eftirlønargrunni
Hetta er fyrstu ferð, at Tryggingareftirlitið hevur tikið slíka avgerð í Føroyum, váttar stjórin í eftirlitinum
Tryggingareftirlitið, sum heldur til á Skálatrøð, vil ikki góðkenna tveir nevndarlimir í einum eftirlønargrunni.

Tryggingareftirlitið hevur gjørt av, at tvey fólk kunnu ikki vera góðkend sum nevndarlimir í einum tryggingarfelag.

Hetta er fyrstu ferð, at Tryggingareftirlitið hevur tikið slíka avgerð í Føroyum.

Tað váttar stjórin á Tryggingareftirlitinum, Jógvan Thomsen. Hann vil ikki vil siga annað enn tað, sum stendur í avgerðini.

Kringvarpið hevur fingið váttan fyri, at talan er um tveir nevndarlimir í eftirlønargrunninum, sum Havnar Handverkarafelag og Føroya Arbeiðarafelag hava lagt saman.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256