Frágreiðing: Staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein trupulleiki

07.04.2022 - 13:16
InnlendisHeilsa
Frágreiðing: Staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein trupulleiki
Landsstýrismaðurin í skúlamálum ætlar ikki at taka leiðsluna á skúlanum av ræði
Niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing er, at staðsetingin av Heilsuskúlanum í Porkeri er ein fløskuhálsur, og skúlin eigur at hava deild norðanfjørðs.

Heilsuskúlin í Grønadali í Porkeri er ein fløskuhálsur, nú tørvur er á heilsuhjálparum og heilsurøktarum til vælferðarøkið.

Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini um starvsfólkatørv á vælferðarøkinum, sum landsstýrið fekk handað í gjár. Í frágreiðingini verður skotið upp at stovna eina nýggja deild av skúlanum norðan fyri Suðuroyarfjørð.

- Eg taki ikki leiðsluna á Heilsuskúlanum av ræði, um tey eru ímóti hesi ætlan, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, ivast í hugskotinum, men Jógvan Kruse, formaður í eldrasamstarvinum VEKS, heldur, at brúk er fyri eini deild av Heilsuskúlanum norðanfjørðs.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.

Jógvan Kruse, borgartjóri og formaður í VEKS.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313