Javni: Sparingar raka bæði brúkaran og familjuna

07.04.2022 - 11:47
InnlendisPolitikkur
Javni: Sparingar raka bæði brúkaran og familjuna
Tað er burturvið at spara á umlættingarøkinum, heldur Fía Petersen, forkvinna í Javna
Fía Petersen er forkvinna í Javna.

- Eg dugi als ikki at síggja, at tað í heila tikið kann sparast á umlættingarøkinum.

Tað sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna, um tær 5,2 mió krónurnar, sum Almannaverkið skal spara í trivnaðartænastum.

Tilboðini eru longu ov fá sum er, sigur hon.

Fía Petersen sigur, at sparitiltøkini fara ikki bara at raka brúkaran, men eisini familjurnar, ið frammanundan hava ein truplan gerandisdag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV