Aksel V. Johannesen: Ómoralskt, óetiskt og pínligt fyri Føroyar 

bannari
22.04.2022 - 14:18
Innlendis›Politikkur
Aksel V. Johannesen: Ómoralskt, óetiskt og pínligt fyri Føroyar 
Formaðurin í Javnaðarflokkinum finst hvassliga at samgonguni fyri ikki at standa saman um at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi. Serliga Fólkaflokkurin fær toyggið
Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, finst hvassliga at serliga Fólkaflokkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað hevur drigið út at fáa uppskotið um revsitiltøk móti Russlandi í løgtingið. 

Sunnudagin eru tað tveir mánaðir, síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði.

Í gjár var greitt, at samgongan ikki er samd um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum heimildina til at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, finst hvassliga at samgonguni fyri ikki at standa saman um at seta revsitiltøkini. 

Serliga tann sannroynd, at partar av Fólkaflokkinum taka pengar fram um alt annað, og ikki vilja geva landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar, heldur Aksel V. Johannesen vera bæði ómoralska, óetiska og pínliga fyri Føroyar. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655