Ósemja á Christiansborg um ES-revsitiltøk

Ósemja á Christiansborg um ES-revsitiltøk
Eindarlistin og Danski fólkaflokkurin mæla til, at føroysk skip sleppa í danskar havnir, hóast ES-stongsulin skal umfata allar havnir í samveldinum
Á Christiansborg er ósemja um ES-revsitiltøkin móti Føroyum.
 
26.07.2013 - 09:36

ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling fer mikudagin við stórum meiriluta at samtykkja revsitiltøk móti Føroyum. Tiltøkini koma í gildi í fyrsta lagi 8.august, um minni enn tvær vikur.

Stórur meiriluti
Danmark fer at atkvøða nei mikudagin. Men tað ger ongan mun, tí stórur meiriluti, og tann neyðugi meirilutin, verður fyri uppskotinum, hevur danska stjórnin fingið ábendingar um.

Millum londini, sum fara at samtykkja revsitiltøkini móti Føroyum, eru Bretland, Írland, Frakland, Spania, Niðurlond og Portugal.

Hini bæði Norðurlondini í ES, Svøríki og Finnland, og Estland taka undir við Føroyum og Danmark. Tað gjørdu tey í øllum førum á seinasta fundinum hjá fiskimálaráðharrunum í ES. 

Danmark tekur ikki støðu
Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sigur, at Danmark tekur ikki støðu til skuldsetingarnar móti Føroyum um ovfisking. Danmark hugsar um ríkisfelagsskapin, tá Danmark fer at atkvøða móti revsitiltøkunum hjá ES.

Tey, sum strongja harðast á ES at revsa Føroyar, vilja eisini hava handilstongsulin at umfata alifóður og aldan laks. Men so rívan fer ES tó ikki at taka til.

Norðhavssild sum alifóður
Uppáhaldið er, at fóðrið, sum føroyski alilaksurin fær, er gjørt úr norðhavssild og makreli. Tí hevur Havsbrún, sum ger alifóðrið, afturvíst.

Og hvørki laksur, fiskamjøl og lýsi eru við í uppskotinum, sum ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling fer at atkvøða um mikudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424