Jenis ótolnast eftir heimildini at seta tiltøk í verk

28.04.2022 - 09:09
Innlendis›Politikkur
Jenis ótolnast eftir heimildini at seta tiltøk í verk
Málið er í Uttanlandsnevndini, sum fer at hava innkallingar í næstu viku
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at tað er av alstórum týdningi, at løgtingið avgreiðir heimildina um revsitiløk, áðrenn tingið fer í summarfrí.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, er farin at ótolnast eftir, at løgtingið skal avgreiða málið um heimild at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Uppskotið hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, og er nú í Uttanlandsnevndini.

Jacob Vestergaard er virkandi formaður í Uttanlandsnevndini. Hann sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at hann kennir einki til, at nevndin drálar við viðgerðini.

Fólk eru kallað inn í Uttanlandsnevndina at siga sína hugsan um málið.

Jenis av Rana sigur, at tað hevur alstóran týdning, at heimildin kemur í hesari tingsetuni, sum endar fyrsta dagin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392