Fingu skeiva ráðgeving um goymslutorn í H-bygninginum

29.04.2022 - 14:34
InnlendisPolitikkur
Fingu skeiva ráðgeving um goymslutorn í H-bygninginum
Landsverk fer at kanna, um ráðgevin kann dragast til svars, sigur verkætlanarsamskiparin
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður munandi dýrari enn mett.

Skeiv ráðgeving ger H-bygningin munandi dýrari enn higartil mett.

Sonevnda goymslutornið kann ikki brúkast, tí tað leggur ikki upp fyri, at steriliseraðar vørur mugu vera atskildar frá øðrum vørum.

Tað váttar Jón Sólsker, verkætlanarsamskipari fyri H-bygningin vegna byggiharran Landsverk.

Hann sigur, at Landsverk fer at kanna, um ráðgevin eigur at ábyrgjast fyri feilin, men skal H-bygningurin gerast liðugur, noyðist landskassin at leggja pengarnar út.

Hoyr longri samrøðu við Jón Sólsker í útvarpstíðindunum.

 

Jón Sólsker er verkætlanarsamskipari fyri Landsverk. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325