Parkinsonsjúklingar í Havn vilja hava regluligar venjingar

09.05.2022 - 13:53
InnlendisHeilsa
Parkinsonsjúklingar í Havn vilja hava regluligar venjingar
Borgarstjórin lovar, at sjúklingarnir skulu fáa tilboð um einar tríggjar vikur
Sigrid Witt handaði Heðini Mortensen, borgarstjóra, áheitanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Parkinsonsjúklingar í Havn lótu á middegi Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, undirskriftir við áheitan um at fáa regluligar venjingar.

Talan er um fólk, eldri enn 67 ár, í Tórshavnar kommunu, sum hava parkinson.

Tey halda seg ikki fáa nøktandi tilboð.

Eru tey undir 67 ár, fáa tey tilboð frá Almannaverkinum, men tá ið tey fylla 67, er tað kommunan, ið hevur ábyrgdina, og tá eru ikki nøktandi tilboð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472