Nú fáa skúlanæmingar vetrarfrí

Nú fáa skúlanæmingar vetrarfrí
Ætlanin er, at fólkaskúlin skal hava vetrarfrí í viku sjey á hvørjum ári
Ætlanin er, at skipanin við vetrarfrí skal koma í gildi næsta skúlaár. (Savnsmynd)
 
25.09.2023 - 15:54

Næmingar í fólkaskúlanum fáa nú vetrarfrí. Samstundis verður summarfrítiðin stytt eina viku. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar, at skipanin við vetrarferiu skal koma í gildi næsta skúlaár, og at vetrarfrí verður í viku sjey á hvørjum ári.

Vertrarferian skal verða galdandi í eini trý ára royndartíð.

Landsstýrismaðurin hevur havt fund við Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, Kommunufelagið og Pedagogfelagið um ætlanina.

Uppskotið er nú sent út til allar skúlaleiðslur t.e. skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og einalærarar, umframt øll næmingaráð kring landið.

Hoyringarfreistin er 6. oktober.

Hoyringarskrivið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213