Løgmaður mælir til at selja Hotel Hilton

10.05.2022 - 18:00
InnlendisVinna
Løgmaður mælir til at selja Hotel Hilton
Løgmaður sigur, at hann fer í næstum at taka stig til, at Atlantsflog selur sín part av hotellinum
Privatu hotellstjórarnir halda tað vera burturvið, at Atlantsflog er uppi í hotellvirki. Løgmaður fer nú at taka stig til, at Atlantsflog selur sín part í Hotel Hilton í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Atlantsflog eigur at selja sín part av Hotel Hilton á Staravegnum í Havn, og kanska skal farast undir arbeiðið longu í heyst.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tá hann var í andstøðu, helt tað hann eisini vera skeivt, at Atlantsflog sum alment partafelag bygdi gistingarhús.

Privatu hotellstjórarnir - teirra millum Johannes Jensen, sum er stjóri á Gist & Vist - halda framvegis hotellverkætlanina hjá Atlantsflogi vera burturvið.

Løgmaður sigur nú, at hann fer í næstum at taka stig til, at Atlantsflog selur sín part av virkseminum í hotellinum, kanska longu í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Meira verður um hotelverkætlanina hjá Atlantsflogi í sjónvarpinum í kvøld.

Sjónvarpið sendir sendingina "Hilton - á almennum veingjum" eftir Dag og viku.

 

Á Hotel Hilton Garden Inn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Greinin er dagførd tann 11.05.2022, klokkan 14.23. Í innslagnum verður sagt, at løgmaður heldur, at hotellið skal kanska seljast í heyst. Tað er ikki heilt rætt. Eydnast ferðavinnusummarið væl, kann farast undir arbeiðið at selja í heyst, heldur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558