Eingin fuglur í Vestmannabjørgunum um 10 ár

11.05.2022 - 09:46
InnlendisSamfelag
Eingin fuglur í Vestmannabjørgunum um 10 ár
Fuglafrøðingur ávarar um støðuna
Bergur Olsen, fuglafrøðingur

Fuglastovnurin í Vestmannabjørgunum er so mikið hóttur, at verður einki gjørt, verður eingin fuglur eftir um 10 ár.

Tað sigur Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sum seinastu hálvu øldina hevur talt lomvigu og annan fugl í Vestmannabjørgunum.

Tá talt var í 1972, vóru 6.414 lomvigar í Vestmannabjørgunum og 3120 ritureiður.

Í 2021, eina lítla hálva øld seinni, vóru 304 lomvigar og 27 ritureiður. Afturgongdin er ávikavist 95 og 99 prosent.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Lomvigan er hóttur fuglastovnur í Vestmannabjørgunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923