Grøn orka til allar kommunalar bygningar í Kvívík

Grøn orka til allar kommunalar bygningar í Kvívík
Breiðá verður eisini knýtt upp í verkætlanina, og tá verður orkuverkið meira støðugt
Skúlin í Kvívík verður nú eisini hitaður við vatnorku, og tað hevur hildnast so mikið væl, at skúlin hevur ikki brúkt olju í ein mánað.
 
15.11.2021 - 08:24

Gongst sum ætlað, skulu allir kommunalu bygningarnir í Kvívík hitast við grønari orku.

Í fjør var ein vatnmylla sett upp í eini á oman fyri bygdina, og hon hevur framleitt hita til barnagarðin í eitt ár.

Byrjanin var tó sera óstøðug, tí frost lá í longri tíð, og lítið var av vatni.  Barnagarðurin hevur tí eisini brúkt olju.

Minni oljunýtsla

Men sammett við onnur ár, eru tveir triðingar minni brúktir av olju, skrivar Kvívíkar kommuna á síni heimasíðu. 

Nú er skúlin í bygdini eisini knýttur upp í vatnmylluna, og hann hevur verið hitaður við orku úr áunum í ein mánað.

Hetta hevur hildnast so mikið væl, at skúlin hevur onga olju brúkt í allan oktober.

Breiðá uppí

Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd, og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári. 

Tá ið tað er liðugt, tvífaldast vatntøkan, so orkuverkið kann verða meira støðugt. 

Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði hon, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát, skrivar Kvívíkar kommuna á heimasíðuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970