Laksalús: Tað ræður um at fyribyrgja

11.05.2022 - 10:38
Innlendis›Vinna
Laksalús: Tað ræður um at fyribyrgja
Norski stovnurin, FHF, fíggjar eisini verkætlanir, sum menna koppingarevni fyri laksalús
Kjell Maroni, deildarleiðari á FHF, sum umsitur granskingarpengar til fiski- og alivinnu í Noregi.

- Laksalús er ein snild lívvera, og tað er millum annað tí, at avbjóðingin við laksalús er so stór.

Tað sigur Kjell Maroni, deildarleiðari á almenna norska stovninum, FHF, sum umsitur granskingarpengar til fiski- og alivinnu.

Hann er ein av fyrilestrahaldarunum á altjóða ráðstevnuni um laksalús, sum Fiskaaling skipar fyri í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.

FHF fíggjar í løtuni verkætlanir, sum kunnu gera mun í framtíðini. Millum annað menning av koppingarevni fyri laksalús.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Laksalús er ein snild lívvera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115