Fyritøkur og húsarhald eiga at endurnýta meira

12.05.2022 - 18:00
InnlendisUmhvørvi
Fyritøkur og húsarhald eiga at endurnýta meira
Kanning vísir, at 60 prosent av burturkastinum verða brend, og níggju prosent verða tyrvd
60 prosent av burturkastinum fer í brenniovnin á brennistøðunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

12 føroyskar fyritøkur vilja gera meira við endurnýtslu.

Tær hava tí saman við brennistøðunum báðum gjørt eina kanning um, hvat verður endurnýtt.

Kanningin vísir, at ein triðingur av húsarhaldsburturkasi og burturkasti hjá vinnuni verður endurnýttur.

60 prosent av burturkastinum verða brend og sløk níggju prosent tyrvd.

Poula Michelsen, forkvinna í P/F Poul Michelsen, heldur, at bæði fyritøkur og húsarhald kunnu gera enn meira fyri at endurnýta.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Poula Michelsen, forkvinna í P.f. Poul Michelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV