Selja ikki Posta fyrr enn eigarapolitikkur er gjørdur

17.05.2022 - 12:20
InnlendisSamfelag
Selja ikki Posta fyrr enn eigarapolitikkur er gjørdur
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at umboða landið á aðalfundinum hjá almenna partafelagnum
Nevndarformaðurin í Posta mælir til at selja almenna partafelagið.

Eigarapolitikkurin hjá landinum skal fáast upp á pláss, áðrenn støða verður til, um Posta skal setast til sølu eina ferð afturat.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur biðið landsstýrismannin í fiskivinnumálum møta á næsta aðalfundi í Posta, tí bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og í vinnumálum eru ógegnigir.

Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður, mælir til at selja almenna partafelagið.

Aðalfundurin verður 30 mai.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur heitt á Árna Skaale, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at møta á aðalfundinum hjá Posta. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482