Nýggi nevndarformaðurin skal fáa Posta aftur á beint

Nýggi nevndarformaðurin skal fáa Posta aftur á beint
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur boðað nevndunum í almennu partafeløgunum frá, at lønarstigið skal niður
Posta hevur avbjóðingar og skal aftur hava nýggjan stjóra. Samstundis hevur Posta fingið nýggjan nevndarformann.
 
01.11.2024 - 13:05

Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í Føroya banka, er nýggjur nevndarformaður í Posta. 

Á eykaaðalfundi mikudagin í partafelagnum Postverk Føroya var samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. 

Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.

 

Bjarni Kárason Petersen.

 

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen,  sigur, at neyðugt er at tillaga felagið, og Árni Ellefsen hevur hollar royndir, bæði úr vinnulívinum og sum nevndarlimur og formaður.

Hann sigur, at avbjóðingar eru í Posta, og nýggi nevndarformaðurin skal vera við til at fáa Posta aftur á beint.

 

Árni Ellefsen. 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur boðað nevndunum í almennum partafeløgunum frá, sum hann varðar av, at lønarstigið skal niður, og  at meginreglur vera fyri nevndarsamsýningini í hesum feløgum.

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

01112024_Bjarni_um_Posta


 

Árni Ellefsen sigur í stuttari viðmerking, at hetta er spennandi og avbjóðandi starv, har hann, saman við nevndini, framhaldandi skal betra raksturin hjá Posta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854