Øll fyrisitingin flytur í Sjóvinnuhúsið

23.06.2022 - 17:00
InnlendisPolitikkur
Øll fyrisitingin flytur í Sjóvinnuhúsið
Borgarstjórin og hansara næstu starvsfólk verða tó verandi á Vaglinum
Borgastjórin og nøkur starvsfólk verða verandi í ráðhúsinum á Vaglinum. Restin flytur í Sjóvinnuhúsið.

Øll fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu fer eftir ætlan flyta úr miðbýnum í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn.

Tað merkir, at fleiri hús og bygningar í miðbýnum fara at standa tóm, tá kommunala fyrisitingin verður flutt.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at hetta er ein góður møguleiki at skapa nýtt lív í annars manntóma miðbýnum.

Eftir ætlan, verða borgarstjórin og hansara næstu starvsfólk tó verandi á Vaglinum, hóast restin av fyrisitingini fer at halda til í Sjóvinnuhúsinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Heðin Mortensen noyðist kanska at brúka telefonina meira, tá meginparturin av fyrisitingini í kommununi er flutt á Vestaru bryggju. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Her, í Sjóvinnuhúsinum, fer umsitingin hjá Tórshavnar kommunu at halda til um nøkur ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522