Javnstøðunevndin: Løgmaður heldur sjálvur ikki javnstøðulógina

20.07.2022 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Javnstøðunevndin: Løgmaður heldur sjálvur ikki javnstøðulógina
Javnstøðunevndin hevur sent Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, eina skrivliga áheitan um ójavna kynsbýtið í nevndum undir løgmansskrivstovuni
Bárður á Steig Nielsen hevur sjálvur fingið eina áheitan um at halda javnstøðulógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í teimum almennu nevndunum hjá Løgmannsskrivstovuni.

Og hetta er brot á javnstøðulógina, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, skrivari í Javnstøðunevndini.

Bárður Nielsen, løgmaður, hevur biðið Jenis av Rana, mentamálaráharra, koma við eini frágreiðing um avgerðina at seta ein mann sum formann í Kringvarpstýrinum. Hetta hóast, at Javnstøðunevndin eisini hevur sent Løgmannsskrivstovuni eina áheitan um kynsbýtið í nevndunum undir løgmannsskrivstovuni.

Tað er tó ikki einans løgmansskrivstovan, sum ikki heldur javnstøðulógina.Tað er ein generellur trupulleiki.

Ringast stendur til hjá Fiskimálaráðnum, har 80 prosent menn og einanst 20 prosent kvinnur sita í nevndunum. Hinvegin eru 63 prosent menn og 37 prosent kvinnur í nevndunum hjá Løgmansskrivstovuni.

Sambært kanning hjá Javnsstøðu nevndini er kynsbýtið nógv meira ójavnt í 25 teimum størstu privatu fyritøkunum. Og hesar eru ikki umfataðar av javnstøðunevndini.

 

* Upprunaliga varð skrivað og sagt, at Løgmansskrivstovan hevur fingið skrivliga átalu frá Javnstøðunevndini. Hetta er ikki rætt. Løgmansskrivstovan hevur fingið skrivliga áheitan frá Javnstøðunevndini. Teksturin er rættaður í greinini. Haldið okkum til góðar fyri mistakið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204