Uppskot um javnviðgerð

Uppskot um javnviðgerð
Eitt lógaruppskot, sum skal banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er til viðgerðar í Rættarnevndini í dag
 
14.02.2018 - 09:40

Tað er Sonja Jógvansdóttir, sum hevur lagt lógaruppskotið fyri tingið.

Endamálið við lógini er, at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna.

Sambært lógaruppskotinum merkir javnviðgerð, at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki skal gerast á løntakarum, og at serlig atlit skulu takast í mun til barnsburð og familjustøðu annars.

Tað er beinleiðis mismunur, um løntakari verður viðfarin verri, enn ein annar hevði verið í samsvarandi støðu vegna orsøk, sum umrødd omanfyri.

Happing er bannað á arbeiðsplássinum

Um happing sigur lógaruppskotið, at happing er bannað, og at tað áleggur arbeiðsgevaranum at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har happing ikki kemur fyri

Happing verður lýst sum eitthvørt slag av óynsktum munnligum ella likamligum atburði, sum verður framdur soleiðis, at viðkomandi vegna tær áðurnevndu orsøkir kennir seg minni
verdan, ella lagt verður upp til hóttandi, niðrandi, eyðmýðkjandi ella ódámligt umhvørvi.

Tað er kynslig happing, um einhvør munnligur ella likamligur atburður við kynsligum ábendingum verður framdur við tí endamáli ella avleiðing, at viðkomandi kennir seg minni verdan, ella at lagt verður upp til
hóttandi, niðrandi, eyðmýkjandi ella ódámligt umhvørvi.

Manglar lóg um javnviðgerð

Í viðmerkingunum stendur, at lógin í stóran mun fylgir ásetingunum í donsku lógini um forskelsbehandling, men nakað er við íblástri úr lógini um ”ligebehandling”.

Javnstøðulógin hevur nakrar avmarkaðar ásetingar, men ein beinleiðis verja móti mismuni manglar, eins og tað manglar ein lóg um javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Meginreglur um javnviðgerð og bann mótvegis mismuni av øllum handa slagi eru kjarnuhugtøk í fólkaræðinum, og vísa royndir, at neyðugt er at geva fólki serliga verju mótvegis mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna síni eyðkenni ella frábregði, stendi rí viðmerkingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424