Líka løn fyri sama arbeiði

Líka løn fyri sama arbeiði
Í hesum døgum eru statsleiðarar, virkisleiðarar og kend fólk savnað í Davos í Sweits.
 
24.01.2018 - 09:48

Ovast á dagsskránni í Davos er líka løn fyri sama arbeiði. Tað skal vera vegurin til búskaparliga framgongd.

Men tað hendi í Íslandi fyri nógvum árum síðani.

World Economic Forum ger hvørt ár eina meting av javnrættindunum í heiminum, og seinastu 9 árini hevur Ísland ligið á odda, meðan eitt nú Danmark er nummar 14.

Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jacobsdóttir sigur við Danmarks Radio, at vøksturin veksur um kvinnur í størri mun eru á arbeiðsmarknaðinum.

Og tann gongdin í Íslandi heldur fram, tí á nýggjárinum kom ein lóg í gildi, sum áleggur bæði almennum og privatum fyritøkum, sum hava fleiri enn 25 fólk í starvi, at prógva, at lønin sum verður rindað, er eins fyri kynini, tá talan er um sama arbeiði.

Forkvinnan í íslendsku javnstøðunevndini fegnast um nýggju lógina, sum skal forða fyri mismuni.


Og íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jacobsdóttir fegnst um at Altingið samtykti lógina. Hon hevur stóran broytingar við sær á arbeiðsmarknaðinum, men viðhvørt eru slíkar lógir neyðugar, sigur hon við DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687