Umbyggja kanska gamlar alibátar til el

15.09.2022 - 13:14
InnlendisVinna
Umbyggja kanska gamlar alibátar til el
Bakkafrost hevur ongar ætlanir um at bíleggja fleiri el-riknar bátar í løtuni, tí tøknin er í menning
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Alibáturin, Grønarók, sum var latin Bakkafrosti í dag, kostar 15 mió krónur.

Av hesum rindar norðurlendska ráðharraráðið fýra mió krónur, sum part av verkætlan saman við landsstýrinum, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarskotin øki.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at í løtuni eru ongar ætlanir um at bíleggja fleiri slíkar bátar, tí tøknin er framvegis í menning. Men kanska verða fleiri av gomlu alibátunum umbygdir til el.

Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at hann er sannførdur um, at alifyritøkurnar skjótt fara at síggja fyrimunir við el-riknu bátunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Grønarók fór royndartúr við gestunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Mouritz Mohr, stjóri á MEST, sum hevur smíðað Grønurók. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112