Gula smiðja væl umtókt millum tey ungu í Runavík

23.09.2022 - 21:00
InnlendisSamfelag
Gula smiðja væl umtókt millum tey ungu í Runavík
Tað er sera hugnaligt og stuttligt í Gulu smiðju, sum er eitt væl skipað tilboð. Tað halda tey ungu, sum starvsnæmingarnir í KVF, Thór Skibenæs og Ernst Langgaard, tosaðu við
Nikolina, Hanna, Bergur, Kristina og hini ungu, sum ganga í Gulu smiðju, eru væl nøgd við nýggja tilboðið í Runavíkar kommunu.
Mynd: Uni Leitisstein Hansen  

Gula smiðja er nýggja ungdóms- og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará.

Umframt hugnaliga og mennandi samveru millum ung, verður húsið eisini nýtt til fjølbroytt mentanarligt virksemi, eitt nú fyrilestrar og framførslur.

Gula smiðja er ætlað sum klekingardepil fyri mentan millum ung í Runavíkar kommunu.

Men hvat heldur ungdómurin í Runavíkar kommunu um nýggja ungdómshúsið, sum nú hevur verið opið í gott og væl eitt hálvt ár?

Tað hava starvsnæmingar Kringvarpsins, Ernst Langgaard og Thór Skibenæs úr 9. flokki í Runavíkar skúla, kannað.

Borðtennisborðið er sera væl umtókt millum tey ungu í Gulu smiðju. Her eru tað Nikolina, Hanna, Bergur og Kristina. Tey eru sera væl nøgd við at hava fingið eitt ungdómshús í kommununi. 

Á aðru hædd eru sjónvarp, playstation, fótbóltsborð og eitt tónleikarúm, sum eisini er eitt upptøkuhøli. Trygvi og Kaj halda, at fleiri ungu áttu at komið í Gulu smiðju. 

Tónleikarúmið í Gulu smiðju er eisini eitt upptøkuhøli við ljóðførum og upptøkuútgerð. 

Dávur Samuelsen og Pól Holm brúka nógv tíð í tónleikarúminum, og síðst í innslagnum um Gulu smiðju kann sangurin "Livin' Life" hoyrast, sum teir báðir hava gjørt saman við Fríða Langgaard. 

Nógvir ymiskir aktivitetir er í Gulu smiðju, so har er eitt sindur til øll. 

Gudmundur Joensen, leiðari, fær nógv rós frá teimum ungu í Gulu smiðju. Gula smiðja er eisini eitt mentanarhús, sum skipar fyri konsertum, fyrilestrum og øðrum. Skjótt byrjar serliga konsertrøðin "Loynitónar", har áhoyrar møta upp uttan at vita, hvør spælir. Hoyr Gudmund Joensen greiða frá hugskotinum í innslagnum. 

Oman fyri Gulu smiðju er eina hugnalig terrassa. 

Thór Skibenæs (tv.) og Ernst Langgaard (th.) úr 9. flokki í Runavíkar skúla hava verið í starvsvenjing í Kringvarpinum, og teir hava vitjað Gulu Smiðju í Saltangará.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477