Guðmundur Joensen leiðari í Gulu smiðju í Runavík

Guðmundur Joensen leiðari í Gulu smiðju í Runavík
Býráðið fyri Runavíkar kommunu samtykti í gjárkvøldið at seta Guðmund Joensen í starv sum leiðara av ungdóms- og virkishúsinum Gulu smiðju í Saltangará
Nýggi leiðariN í Gulu smiðju í Runavík, Guðmundur Joensen, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen
Mynd: runavik.fo  
 
05.11.2021 - 17:41

Leiðari er nú settur til ungdóms- og virkishúsið Gula smiðja í Saltangará. 

Tað boðar Runavíkar kommuna frá á heimasíðuni.

Tað verður 38 ára gamli Guðmundur Joensen, sum hevur fjølbroyttar royndir, ið verður leiðari.

Guðmund Joensen kemur úr starvinum sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Vági, eitt starv hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar.

Undan tíð hevur hann m.a. roynt seg sum sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk.

 

Nýtt ungdóms- og virkishús
Gula smiðja er nýggja ungdóms- og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum kemur at húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará.

Umframt hugnaliga og mennandi samveru, so er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.

Guðmundur Joensen byrjar í starvinum í næstum. Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið, sum skal vera í Gulu smiðju, tá hon letur upp, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

>>NÓN VAR OG VITJAÐI GULU SMIÐJU FYRR Í HEYST. HOYR INNSLAGIÐ OG SÍGGJ MYNDIR AV GULU SMIÐJU HER. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650