Miðbýarætlanin í Runavík verður tillagað

18.01.2023 - 19:08
Innlendis›Samfelag
Miðbýarætlanin í Runavík verður tillagað
Tað fer ikki at broyta stórvegis við miðbýarætlanina í Runavík, at vinnubygningurin hjá Zacharias Leitisstein verður umbygdur til at ein íbúðarbygning, sigur borgarstjórin
Soleiðis sær miðbýarætlanin í Runavík út. Í hesi útgávuni, so er handilsbygningurin hjá Zacharias Leitisstein tikin niður

Í gjár hoyrdist, at felagið Zacharias Leitisstein er selt, og umframt at reka virksemið víðari, hava nýggju eigararnir ætlanir um at byggju íbúði oman á gamla handilsbygningin hjá Zacharias Leitisstein.

Talan er eisini um eitt ídnaðarøki í Runavík.

Spurningurin er, hvussu hetta passar inn í miðbýarætlanirnar hjá Runavíkar kommunu, sum Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur gjørt uppskot til?

Miðbýarætlanin er eitt uppskot, ið verður tillagað soleiðis, at ætlanin hjá nýggju eigarunum av Zacharias Leitisstein passar inn í miðbýarætlanina, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. 

Miðbýarætlanin bleiv neyvt lýst av Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra, í einum innslagi um innkomuvegin í 2018. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234