Upp um 200 milliónir í skatti og skuldin niður

Upp um 200 milliónir í skatti og skuldin niður
Runavíkar kommuna fingið fíggjarætlan fyri 2019. Raksturin kostar góðar 150 mió, kr. Íløgur fyri góðar 45 milliónir
15 bygdir eru í Runavíkar kommunu.
 
01.11.2018 - 07:09

Runavíkar kommuna ætlar at gera íløgur fyri 45,6 mió. kr. næsta ár.

Og raksturin fer at kosta 2,6 prosent meira enn í ár, hann verður 152,4 mió. kr.

Runavíkar kommuna skyldar 57 prosent av einari álíkning.

Og barnafrádrátturin hækkar úr 6.500 krónum upp í 8.000 krónur. Skattaprosentið verður óbroytt, 22. 

Kommunan ætlar ikki at taka lán næsta ár, men gjalda skuldina niður 13 mió. kr.

Yvir 200 milliónir í skatti

Runavíkar kommuna væntar at fáa 160 mió. kr. í persónsskatti næsta ár, 24 mió. kr. í felagsskatti og 32,5 milliónir í eftirlønarskatti. 

Býráðið samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fri 2019. Karmurin er 216,5 mió. kr. 

Hetta var fyrra viðgerðin. Tann seinna er 29.november.  

4.021 fólk búgva í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342