Føroyingar snúsa meira

28.01.2023 - 12:50
InnlendisHeilsa
Føroyingar snúsa meira
Innflutningurin av snúsi er vaksin nógv seinastu 10 árini. – Fólkaheilsustýrið hevur varnast, at alt fleiri eru farin at snúsa – serliga ungfólk, sigur Magni Mohr, granskari.
Hóast snús er vandamikið, er innflutningurin av snúsi nógv vaksin síðstu 10 árini

Tøl, sum Hagstova Føroya hevur roknað saman fyri Kringvarpið, vísa, at innflutningurin vaks úr sjey tonsum í 2011 upp í 11,8 tons í 2021.

Í vøruskránni er snús bólkað saman við skrá, men nøgdin av snúsi er nógv størri enn nøgdin av skrá, verður upplýst.

Í virði er eisini talan um stóran vøkstur. Innflutningsvirði fyri tey sjey tonsini í 2011 var 900.000 krónur, og innflutningsvirði fyri tey 11,8 tonsini í 2021 var sjey milliónir krónur.

Serliga fleiri ungir snúsarar
– Fólkaheilsustýrið hevur varnast at alsamt fleiri eru farin at snúsa – serliga ungfólk, sigur Magni Mohr, granskari.

Nútímans snús er ofta kryddað við leskiligum smakki og innpakkningurin er bæði litfagur og snøggur, men hann vísir á, at snús er vandamikið.

– Tað verður brúkt nógv orka upp at greiða fólki frá vandanum við at roykja, men ikki so nógv um vandan við at snúsa, sigur Magni Mohr, ið leggur afturat, at Fólkaheilsuráðið fer at viðgera støðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610