Breddin

Breddin: Flóttafólk
22-03-2023
Føroyar tóku fyri fyrstu ferð ímóti flóttafólkum, tá kríggj brast á í Ukraina. Skulu vit taka úr øðrum londum við? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.

Spurningurin um vit í Føroyum skulu taka móti flóttafólkum gjørdist enn einaferð aktuellur, tá Rusland leyp á Ukraina og kríggj aftur var í Evropa.
Fyri fyrstu ferð var politiska skipanin á einum málið um at taka ímóti flóttafólkum.

Hvat hava vit lært? Skulu vit bara taka ímóti ávísum flóttafólkum, tey í Evropa - ella skulu Føroyar lata dyrnar upp fyri flóttafólkum úr øðrum meiri fjarskotnum londum eisini?

Í Breddanum í dag tosa við formannin í Reyða Krossi og í kjakinum eru Hervør Pállsdóttir, Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Steffan Klein Poulse, Miðflokkurin og Helgi Abrahamsen Sambandsflokkurin, sum øll eru limir í rættarnevndini.

Birgit Carina Eliasen er vertur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024