- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimastýrislógin ment Føroyar

Sambandsflokkurin hevur í dag landsfund í heimbygdini hjá formanninum, Bárði á Steig Nielsen, og byrjaði fundurin klokkan 9 í morgin, og hildið verður fram til umleið klokkan 16.
Í formansrøðu síni segði hann segði nøkur orð um Heimastýrislógina og nart í hesum sambandi eisini við sjónvarpssendirøðina “O, móðurlandið”, sum Kringvarpið hevur víst seinastu vikurnar.
Sambandsformaðurin staðfesti eisini, at kenslan í dag er ein onnur enn fyri einum ári síðani, tí flokkurin er í løtuni í andstøðu, men var partur av fyrstu samgongusamráðingunum eftir valið í desember.
Sum siðvenja er, hevur Sambandsflokkurin ein gest frá danska systirflokkinum, Venstre, við á landsfundinum. Í ár er tað samferðslumálaráðharrin, Thomas Nolsøe Danielsen, sum eisini er hálvur føroyingur.










