- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
153 milliónir krónur í halli á fíggjarlógini næsta ár.
Tað er veruleikin, um ikki okkurt verður gjørt fyri at broyta tað.
Tað vísa játtanarkarmarnir fyri 2023, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði framm í dag.
Vit tosa við landsstýriskvinnuna.
Tøku- og Veiðugjøldini í tingið
Løgtingið byrjaði í dag fyrstu viðgerðirnar av bæði tøku- og veiðugjøldunum.
Vit tosa við Høgni Hoydal, landsstýrismann í uttanlands- og vinnumálum, sum eigur uppskotið um tøkugjald, og so kjakast tingfólk um uppskotini.
Gestir: Ruth Vang, Árni Gregersen, Høgni Hoydal, Uni Holm Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Árni Skaale og Beinir Johannesen.
Gjørt sendingina hava John Johannesen, Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Høgni Fagraberg.