Meira enn hálva øld sum kirkjutænari

10.04.2023 - 16:18
Innlendis
Meira enn hálva øld sum kirkjutænari
Heini F. Petersen í Sandavági las í gjár, páskadag, lestur í Sandavágs kirkju fyri seinastu ferð eftir trúgva tænastu í meira enn hálva øld

86 ára gamli sandavágsmaðurin er takksamur fyri at hava kunna staðið í hesi tænastuni í so drúgva tíð.

Heini F. Petersen byrjaði at avloysa sum deknur seinast í sekstiárunum, og hann læs ofta, til hann gjørdist fastur deknur í 1997.

Hann hevur eisini verið í kirkjuráðnum í Sandavági í 45 ár, harav 28 sum formaður.

Heini F. Petersen er søgufróður maður, og hann hevur eisini  óteljandi ferðir verið í kirkjuni og greitt fremmandafólki frá um kirkjurnar, ið hava verið í Sandavági og um heimbygd sína.

Mynd: Fía Selma Nielsen, jn.fo
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815