Málið um píkar verður tikið upp

23.04.2023 - 17:01
Innlendis
Málið um píkar verður tikið upp
Føroyar eiga europeiska metið í, hvussu leingi tað er loyvt at koyra við píkadekkum, men nú ætlar landsstýrismaðurin at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum

Síðani 1976 og í eini 45 var loyvd at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl, men í 2021 varð tíðarskeiðið víðkað við tveimum vikum upp í sjey mánaðir, frá 16. oktober til 14. mai.

– Samanborið við grannalondini, ið hava nógv strangari vetrarveður og fleiri hálkudagar, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at koyring við píkadekkum er loyvd sjey mánaðir um árið í Føroyum.

Tað heldur Andreas Mouritsen, flogskipari, sum í 25 ár hevur koyrt til arbeiðis millum Hoyvík og flogvøllin, og eisini landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Dennis Holm, undrast á, at Føroyar loyva koyring við píkadekkum í sjey mánaðir um árið.

Tá ið koyrt verður við píkadekkum, uttan at tað er hált, gevur tað óneyðugt slit av asfaltinum, ið so aftur ber stóran kostnað við sær.

Norsku vegamyndugleikarnar vísa á, at koyrir tú 20 kilometrar við píkadekkum, gevur tað 200 gram av asfaltstøvi – ella so nógv sum 20 kilo eftir einum vetri.

Dennis Holm sigur, at hann hevur sett sær fyri at taka málið upp, og orsøkirnar til tað eru júst slit og umhvørvisdálking.

LES EISINI: Føroyar eiga metið í píkakoyring

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576