- Vit kunnu ikki avmarka russiskt virksemi hálvt

08.07.2023 - 12:38
Innlendis
- Vit kunnu ikki avmarka russiskt virksemi hálvt
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur, at skal man avmarka russiskt virksemi av etiskum og moralskum orsøkum, kann tað ikki gerast hálvt.

Í gjár lýsti Høgni Hoydal landsstýrismaður í uttanlandsmálum eina kungerð um havnastongsul fyri russisk fiskiskip sum ikki eru fevnd av Barentshavsavtaluni við russar. 

Hann vil tó einki siga um, hvørt avtalan um fiskiskapin í Barentshavinum heldur fram.

Høgni Hoydal, 16:9

Title text: 
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar Kommunu heldur, at skal man avmarkað russiskt virksemi av etiskum og moralskum orsøkum, kann tað ikki gerast hálvt.

Kunngerðin sum var lýst í gjár merkir at russisk fiskiskip, sum ikki eru partur av fiskiveiðuavtaluni millum føroyar og Rusland ikki sleppa í Havn í Føroyum. 

Tað fer at kosta kommunum og havnum umleið 60 prosent av virkseminum.

Tað er í lagið tí vit eiga at taka støðu í málinum, sigur Torbjørn Jacobsen, hann óttast tó, manglandi eftirliti við russisku skipunum, tá tey ikki koma til kaj at umskipa

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044