Ukraina skjótt í uppisetri fyri granatir

Ukraina skjótt í uppisetri fyri granatir
Uttan meira stuðul úr USA er vandi fyri, at Ukraina lutfalsliga skjótt verður í uppisetri fyri artillarígranatum.
 
10.04.2024 - 18:50

Harvið økist vandin fyri einum hernaðarligum ósigri. Tað ávaraði herovastin fyri amerikansku deildirnar í Evropa, Christopher Cavoli, generalur, um, tá hann í dag var til hoyring í amerikanska umboðsmannatinginum.

Tað skrivar danska TV2.

- Um eini parturin kann skjóta, og hini ikki kann svara aftur, tapa tey, sum ikki kunnu skjóta, sigur ovastin.

Cavoli segði eisini, at í løtuni skjóta russar eini fimm artillarígranatir fyri hvørja ukrainar skjóta aftur, og at hesin munurin næstu vikurnar kann  økjast til 10 til eitt.

Amerikanska umboðsmannatingið viðger í løtuni ein hjálparpakka fyri 60 mia dollarar, men republikanski formaður, Mike Johnson sýtir framvegis fyri, at senda uppskotið til atkvøðugreiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391