Løgmaður vil til borðs hjá NATO

Løgmaður vil til borðs hjá NATO
Føroyar skulu sita við borðið, tá NATO topfundir vera hildnir, og vit skulu hava ein virknari verjupolitikk. Tað segði løgmaður, tá hann helt røðu um trygdarpolitik týsdagin
11.04.2024 - 19:25

Týsdagin var fyrstu ferð, at ein føroysk løgtingsforkvinna setti ein tingfund hjá Norðurlandaráðnum. Tað var eisini fyrstu ferð, at hann varð hildin í Føroyum. Og hetta var eisini fyrstu ferð, at ein NATO admiralur helt eina formella røðu í Føroyum.

Og eitt annað nýtt var eisini. Fyri fyrstu ferð hoyrdu vit ein løgmann røða fyri umheiminum um ein virknan føroyskan trygdar- og verjupolitikk.

Sambært løgmanni er hendan ábyrgdin ógvuliga ítøkilig, og vit eru, sambært honum, klár at fara til verka.

Og vit skulu ikki bara vera við. Vit skulu vera ein lyklaleikari í verjupolitikkinum.

Men vit ætla enn longur enn viðhvørt at síggja herskip og kavbátar. Vit skulu sambært løgmanni heilt inn til trygdar- og verjupolitiska borðið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961