Formansvalið í Siumut fær stóra ávirkan á grønlendskan politikk

26.07.2023 - 12:11
Útheimurin
Formansvalið í Siumut fær stóra ávirkan á grønlendskan politikk
Rógvi Finnsson Johansen, sum býr í Grønlandi og arbeiðir í grønlendska heilsumálaráðnum, torir ikki at taka dagar millum valevnini
Tað eru trý sera ymisk valevnir, ið stilla upp til formansvalið í Siumut

"Formansvalið fer at hava stóra ávirkan á kósina hjá Siumut," sigur Rógvi Finnsson Johansen, sum býr í Grønlandi og arbeiðir í grønlendska heilsumálaráðnum.

Dagarnar 28. - 30. juli heldur grønlendski flokkurin Siumut landsfund, og síðst á skránni er val av formanni.

Tey trý valevnini eru núverandi formaðurin, Erik Jensen, fyrrverandi formaðurin, Kim Kielsen og Aki-Matilda Høegh-Dam, sum umboðar Grønland á fólkatingi.

Sambært Rógva Finsson Johansen, so eru valevnini ymisk.

"Erik Jensen semjusøkjandi. Kim Kielsen hevur greiðar meiningar og stendur meira fyri einum sentralum stýri av flokkinum, sum ger stríð ofta stendst av tí. Aki-Matilda Høegh-Dam dyrkar nógv stríðið millum Danmark og Grønland."

Formansvalið hevur stóran týdning fyri flokkin og grønlendskan politikk sum heild, sigur Rógvi Finnsson Johansen, sum heldur tað vera ringt at meta um, hvør fer at fara við formanssessinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459