Føroyingar og danir við skerdan lut í Grønlandi

Føroyingar og danir við skerdan lut í Grønlandi
Siumut mælir til, at tilfytarar skulu ikki sleppa at velja landsting, fyrr enn teir hava búð millum tvey og sjey ár í Grønlandi
 
21.10.2017 - 15:59

Fólk, sum flyta til Grønlands, eitt nú føroyingar og danir, sleppa ov tíðliga at velja landsting.

Tað er heldur landsstýrisflokkurin, Siumut, sum fer at reisa spurningin um at broyta vallógina í einum spurnarorðaskifti í landstinginum í november, skrivar Sermitsiak.

Eftir galdandi lóg kunnu fólk, sum hava búð í Grønlandi í eitt hálvt ár, sleppa á val. 

Siumut heldur, at hesir tilflytararnir fáa ov stóra ávirkan, og flokkurin mælir til, at tú skalt hava havt fastan bústað í Grønlandi í 2-7 ár, áðrenn tú sleppur á val.

Fleiri valdømi

Siumut harmast eisini um, at Grønland gjørdist eitt valdømi í 1998.

Tað hevur havt við sær, at summir partar av landinum ikki longur eru umboðaðir í landstinginum, og hetta er við til at til at skerja demokratisku rættindini hjá fólkinum, sigur Siumut.

Flokkurin skjýtur tí upp, at fleiri valdømi aftur verða skipað í Grønlandi. 

Siumut sigur seg vóna, at orðaskiftið í landstinginum kann enda við, at uppskot um broytingar í vallógini verður lagt fram næsta ár. 

IA ímóti

Flokkurin IA, sum eisini situr í grønlendska landsstýrinum, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Siumut. 

- Vit halda, at minnilutaverja hevur stóran týdning fyri fókaræðið, sigur Bendt B. Kristiansen í IA við grønlendska kringvarpið. 

Tí eiga fólk úr hinum partinum av ríkisfelagsskapinum at fáa valrætt, sigur hann.

Bendt B. Kristiansen vísir á, at Grønland sum minniluti í ríkisfelagsskapinum noyðist at berjast fyri sínum áhugamálum. Á sama hátt eigur ein minniluti í grønlendska samfelagnum at verða vardur, sigur hann.

Danskir framsøgumenn: Ódemokratiskt

Framsøgumonnunum í grønlendskum málum hjá konservativa flokkinum og Eindarlistanum á fólkatingi dámar lítið uppskotið hjá Siumut, um at tey, sum flyta til Grønlands, ikki skulu fáa valrætt beinan vegin.

- Tað er spell, at eitt slíkt uppskot kemur, tí tað er á markinum at vera ódemokratiskt, sigur Rasmus Jarlov í konservativa flokkinum.

Christian Juhl í Eindarlistanum sigur, at tá grønlendingar sleppa til valborðið í Dammark, eigur tað sama at galda hinvegin.

Rasmus Jarlov heldur, at uppskotið sendir eitt tekin um, at danir eru ikki vælkomnir í Grønlandi longur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959