Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst

07.08.2023 - 13:07
Innlendis›Samfelag
Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst
Ætlanin var annars at norska ferjan, Bodø, og Herjólfur, saman, skuldu røkja suðuroyarsiglingina í heyst, meðan arbeiðið á Smyril skuldi gerast liðugt
Mynd: Savnsmynd  

Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst.

Strandferðslan boðaði fyrrapartin frá, at nú tríggir av fýra hjálpimotorum á Smyrli eru blivnir høvuðsumvældir, ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár. 

- Tað er serliga fyri trygdina, at arbeiðið verður útsett, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari.

Ætlanin var annars at Herjólfur og norska ferjan, Bodø, skuldu røkja suðuroyarsiglingina saman í heyst, meðan arbeiðið á Smyril skuldi gerast liðugt.

Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tað vil siga síðurskrúvurnar har frammi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542