U19-landsliðsvenjarin: "Eingin verri máti at tapa ein dyst uppá"

10.08.2023 - 14:55
ÍtrótturHondbóltur
U19-landsliðsvenjarin: "Eingin verri máti at tapa ein dyst uppá"
"Vit halda ikki høvdið nóg kalt, hvørki vit á beinkinum ella leikararnir, og tí gongur tað galið," ásannar Hjalti Mohr Jacobsen, venjari hjá U19-manlandsliðnum í hondbólti
Bæði leikarar og venjarar eru í kolkjallaranum oman á stóra vónbrotið móti Egyptalandi

U19-landsliðið í hondbólti hjá monnum tapti fyrr í dag fjórðingsfinaluna í HM móti Egyptalandi eftir longda leiktíð.

Í vanliga dystinum vóru Føroyar á odda við tveimum málum, tá ein minuttur var eftir, men í allarsíðsta sekundi av dystinum eydnaðist tað Egyptalandi at javna til 31-31.

Í longdu leiktíðini var Egyptaland greitt omaná og vann at enda 38-34.

Hjalti Mohr Jacobsen, landsliðsvenjari hjá U19-monnunum í hondbólti, ásannar, at tað neyvan finst nakar verri máti at tapa ein dyst uppá, enn tann mátin, ið U19-landsliðið tapir upp á í dag. 

Føroyar skulu nú spæla um plássini frá nummar 5 til nummar 8.

Næsti dystur hjá Føroyum verður móti Danmark ella Portugal.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563