U19 HM: Føroyar skulu vinna á Saudiarabia

08.08.2023 - 10:51
Ítróttur›Hondbóltur
U19 HM: Føroyar skulu vinna á Saudiarabia
Øll fýra liðini í meginumfarinum í bólkinum, sum Føroyar eru partur av, hava tvey stig hvør. Føroyar, Týskland, Saudi Arabia og Iran.

Í dag klokkan 16 verður avgerandi dysturin hjá U19-manslandsliðnum í hondbólti, um at spæla seg í fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum.

Føroyar skulu spæla ímóti Saudiarabia, og kravið er stig, um Føroyar skulu koma í fjórðingsfinaluna. 

Øll fýra liðini í meginumfarinum í bólkinum, sum Føroyar eru partur av, hava nevniliga tvey stig hvørt. Liðini eru Føroyar, Týskland, Saudiarabia og Iran.

 

Vunnu á týsku hondbóltsstórmaktini

Í gjár skaptu føroysku unglingarnir sensatiónina og vunnu á stóru hondbóltstjóðini Týsklandi.

Hýrurin var í topp millum føroysku áskoðararnar, sum eru í Kroati og stuðla U19-manslandsliðnum. 

Men tað er ein fortreyt at fáa stig aftur í dag, fyri at koma víðari, men Føroyar kunnu eisini noyðast við eitt stig og harvið javnleik, tí málúrtøkan hjá Føroyum er betri enn hjá Iran og Saudi Arabia. 

Taktikkurin fyri dagsins uppgávu er væl øðrvísi, enn móti Svørvíki og Týsklandi, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, høvuðsvenjari. 

Hoyr samrøðuna við høvuðsvenjaran undir ovastu myndini. 

Dysturin millum Føroyar og Saudiarabia kann síggjast á YouTube-rásini hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF, klokkan 16. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334