U19 HM: Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Egyptalandi í morgin kl. 12

U19 HM: Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Egyptalandi í morgin kl. 12
Lagt er upp til ein sera spennandi dyst, tá Føroyar og Egyptaland bresta saman í HM-fjórðingsfinaluni fyri U19-manslandslið í morgin í Kroatia
Óla Jákup Gaard Olsen og hinir á føroyska U19-manslandsliðnum í hondbólti skulu møta Egyptalandi í HM-fjórðingsfinaluni
Mynd: Hondbóltssambandið á Facebook  
 
09.08.2023 - 10:40

Tað er at síggja til tvey sera jøvn lið, ið skulu møtast í HM-fjórðingsfinaluni í Arena Varaždin í kroatiska býnum Varaždin í morgin klokkan 12. 

Føroyar og Egyptaland hava bæði vunnið sær fram til HM-fjórðingsfinaluna við fýra sigrum og einum ósigri í skjáttuni. 

Mótstøðan, ið liðini hava møtt á leiðini, er rættiliga meinlík. Føroysku verjukempurnar, Ísak Vedelsbøl og Tóki Fríðriksson, hava á leiðini bast Saudiarabia, Týsklandi, Svøríki og Burundi, men máttu tíverri lúta fyri Iran. 

Egyptaland hevur hinvegin vunnið á Japan, Kekkia, Íslandi og Brasilia, men mátti lúta fyri Spania. 

Á einum øki hava Føroyar kanska ein lítla fyrimun í mun til Egyptaland.

Hjalti Mohr Jacobsen og hinir í føroyska venjaratoyminum kundu í seinna hálvleiki móti Saudiarabia í gjár hvíla Óla Mittún og hinar berandi kreftirnar á føroyska liðnum. Munurin á liðunum var so mikið stórur, sum eisini sást aftur á máltalvuni. 41-23.

Hinvegin spældi Egyptaland ein harðan og tættan dyst móti Spania, sum Egyptaland tapti 35-42. 

Hvussu leikur fer, ja tað finna vit út av fyrrapartin í morgin klokkan 12, tá Føroyar og Egyptaland bresta saman í Arena Varaždin í kroatiska býnum Varaždin. 

Føroyski stuðulin er góður í Kroatia, sum serliga merktist í spenta og avgerandi dystinum móti Týslandi. 

Eitt er vist, og tað er, at hýrurin á føroysku leikarunum er í hæddini. Vónandi kunnu teir spæla eins frígjørdi, sum teir gjørdu móti bæði Svøríki og Týslandi. 

Megna ungu leikararnir at hava tamarhalda á nervunum, so er ikki óhugsandi, at vit síggja Føroyar í HM-hálvfinaluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083