U19 HM: Føroyar eru í HM-fjórðingsfinaluni

U19 HM: Føroyar eru í HM-fjórðingsfinaluni
Tað var klassamunur, tá føroysku U19-hondbóltsmenninir í dag smurdu Saudiarabia av 41-23 og vunnu sær pláss í HM-fjórðingsfinaluna
 
08.08.2023 - 16:52

Jákup Egholm. 

Leggið tykkum navnið í geyma, tí 15 ára gamli vinstri vongurin úr Hoyvík er næsta føroyska hondbóltsstjørnan.

Stórtalentið vísti vongspæl á hægsta altjóða støðið, tá hann og hinir á U19-manslandsliðnum í hondbólti vundu burtur úr Saudiarabia til HM í Kroatia og tryggjaðu sær pláss í HM-fjórðingsfinaluni. 

Átta mál upp á átta royndir bleiv tað til bara í fyrra hálvleiki hjá Jákupi Egholm, og her tosa vit um mál av alskyns slagi. 

Tað var fult uppiborið, at Jákup Egholm bleiv kosin dagsins leikari, hóast hann sat uttanfyri og hvíldi seg tað mesta av seinna hálvleiki. 

U19-manslandsliðið eru ein staðfesting av, at føroyskum ungdómshondbóltur er á hægsta altjóða støði. 

 

Dysturin avgjørdur eftir 11 minuttir

Longu tá 11 minuttir vóru leiktir av dystinum, noyddist venjarin hjá Saudiarabia at taka time out. Tá var støðan longu 8-2 til Føroyar, og dysturin í roynd og veru avgjørdur. 

Tað var klassamunur, og hóast saudiarabisku spælararnir vóru fótfimir og spældu skjótan og øðrvísi hondbólt, enn vit vanliga síggja her um okkara leiðir, so vóru teknisku førleikarnir ikki á hædd við førleikarnar hjá føroysku spælarunum.

Nógvir opnir málmøguleikar blivu misnýttir, tí skotteknikkurin ikki var ordiliga upp á pláss. 

Samstundis koyrdi tann føroyska hondbóltsmaskinan víðari við flottum og fjøltáttaðum hondbóltsspæli.

Har vóru skot úti frá og spælt bleiv inn til Ísak Vedelsbøl á strikuni. Har vóru gjøgnumbrot á vinstru og høgru síðu, og so krúllaði Jákup Egholm bóltin hegnisliga rundan um neyðars málverjan hjá Saudiarabia. 

 

22-11 í hálvleikinum

Tá farið varð til hálvleiks, vóru Føroyar framman fyri við 22-11, og tann gongdin helt fram í seinna hálvleiki. 

Bulurin í U19-landsliðnum eru stórtalentini Óli Mittún, ið er spælskipari, Alexander Lacok, málverjin, Ísak Vedelsbø, strikuspælari, og so Jákup Egholm, vinstri vongur. 

Hesir leikararnir hava í stóran mun syrgt fyri, at Føroyar yvirhøvur stóðu á gáttini til eina HM-fjórðingsfinalu. 

Men í dag kundu Óli Mittún og hinir taka fótin eitt sindur av speedaranum og lata aðrar leikarar vísa seg fram, og tað gjørdu fleiri.  

 

Verjukempurnar duga at spæla hondbólt

Rókur Ziskason, ið spælir so at siga allar minuttirnar, har mest av orkuni verður brúkt upp á at verja, vísti í dag, at hann eisini dugir at leypa á. 

Trúgvi Hávardsson vísti eisini góð evnir, og tað gjørdi Óla Jákup Gaard Olsen eisini. 

Og so hava Føroyar tveir góðar málverjar og tveir góðar strikuspælarar, tí bæði Leivur Joensen og hin væl bygdi Tóki Fríðriksson vístu dygdir.  

Venjararnir kundu, sum seinni hálvleikur leið, hvíla bestu leikararnar og lova øllum monnum upp í part. 

Serliga stuttligt var at síggja, at verjukempan Búi Poulsen slapp at spæla eitt sindur í álopinum og vísa, at hon dugir annað enn at verja. 

Tá avtornaði vunnu Føroyar 41-23 á Saudiarabia og skulu nú spæla HM-fjórðingsfinalu. 

 


Saudi Arabia 23 - 41 Faroe Islands
(11 - 22) (12 - 19)

Málskjúttar
2 JOHNSSON Tróndur 1
4 NATTESTAD Sofus I Selvindi 3
9 SEYER Rói Hjaltason 2
10 GAARD OLSEN Óla Jákup 4
12 JOENSEN Leivur
20 EGHOLM Jákup 8
21 POULSEN Búi 1
22 LACOK Aleksandar
32 FRIDRIKSSON Tóki 2 
39 ZISKASON Rókur 3
44 GAARD Niklas 1
45 HÁVARDSSON Trúgvi 4
47 VEDELSBOL Ísak 9
76 HOJSTED Hogni 1
78 MITTUN Oli 4

 

Dómaraseðilin

Dystargongdin

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015