Radiobúðin í Runavík merkir sviðan av revsitiltøkunum

12.08.2023 - 13:18
Innlendis
Radiobúðin í Runavík merkir sviðan av revsitiltøkunum
Ein av fyritøkunum á eystara armi á Skálafjørðinum, ið veruliga merkir sviðan av havnastongslinum, er Radiobúðin í Runavík
Radiobúðin í Runavík merkir sviðan av revsitiltøkunum móti Russlandi
Mynd: Radiobúðin  

Fyritøkan hevur í ár 60 ár á baki, og meira enn helvtina av hesi tíðini hevur arbeiði umborð á russiskum fiskiskipum verið ein partur av gerandisdegnum.

- Tí kemur tað illa við, at tiltøkini ímóti Russlandi hava tømt kaikantarnar, tí hesin parturin av virkseminum svarar til eini 20 prosent av umsetninginum, sigur Trúgvi Joensen, stjóri í Radiobúðini.

Radiobúðin í Runavík hevur tilsamans eini 16-17 fólk í starvi.

Hoyr samrøðu við Trúgva Joensen, stjóra, við at trýsta á pílin omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Andakt
206939
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: EM-undansending
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891