Vænta 4.000 fólk á Ovastevnu

12.08.2023 - 15:37
Innlendis
Vænta 4.000 fólk á Ovastevnu
Fyriskipararnir av Ovastevnuni vænta okkurt um 4.000 fólk í Nólsoy í kvøld og í nátt
Fyrsta Ovastevnan var í 1994, og síðani hevur stevnan í Nólsoy verið hvørt ár í august.

Men fólk skulu ikki vera bangin fyri, at ikki sleppa heimaftur við Ternuni, sigur Ann-Mari av Skarði, forkvinna í nevndini fyri Ovastevnuna.

Eftir Ovastevnu í fjør segði vakthavandi á politistøðini at støðan eitt sindur kaotisk á havnarlagnum í Nólsoy um fýra-tíðina.

Har var ein øgilig trokan av fólki, sum vildu við Ternuni, tá ið hon silgdi úr Nólsoy. 

Mett var, at har vóru tríggjar ferðir so nógv fólk, sum vildu sleppa til Havnar enn Ternan megnar at taka.

Men Ann-Mari av Skarði sigur, Tórshavnar Havn og Stranderðslan, hava lagt er upp fyri hesum á havnarlagnum í ár.

Í sambandi við Ovastevnuna siglir Ternan eftir serstakari ferðaætlan, sum sæst á ssl.fo.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209