Vantandi lóggávan um gongd í haga setir síni spor í ferðavinnuni

15.08.2023 - 17:05
Innlendis›Vinna
Vantandi lóggávan um gongd í haga setir síni spor í ferðavinnuni
Ferðavinnan er merkt av niðurgongd, og orsøkin er vantandi lóggávan á økinum, halda formaðurin í Ferðavinnufelagnum og stjórin í Vága floghavn
Ferðavinnan er nógv merkt av, at spurningurin um gongd í haga ikki er loystur politikst, halda formaðurin í Ferðavinnufelagnum og stjórin í Vága floghavn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Tað stendur ikki væl til í ferðavinnuni í Føroyum. Vinnan er merkt at niðurgongd, og vantandi lóggáva um gongd í haga setur síni spor.

Tað eru bæði Árni Olsen, formaður í Ferðavinnufelagnum, og Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, samdir um.

400.000 fólk fóru umvegis Vágafloghavn í 2022, men tað er neyðugt at skilja tølini tá ið tosað verður um ferðafólk sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vágafloghavn

Áleið 30-40.000 av hesum ferðafólkunum eru fólk, ið koma til Føroya at arbeiða. 

Bæði formaðurin í ferðavinnufelagnum og stjórin í Vágafloghavn eru samdir um, at tað eru fleiri og fleiri ferðafólk, ið fáa neiligar upplivingar í føroyum.

- Tað er neyðugt at fólk fáa eina tænastu, tá ið tey vera biðin um at gjalda fyri okkurt, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234