Innfluttu 12 tons av snúsi í fjør

15.08.2023 - 12:40
InnlendisHeilsa
Innfluttu 12 tons av snúsi í fjør
- Tað er tekin um eitt rák, at innflutningsvirðið á snúsi er hækkað úr 900.000 krónum upp í sjey milliónir krónur upp á 11 ár, sigur kostfrøðingur í Fólkaheilsustýrinum
Tað blivu innflutt 12 tons av snúsi í fjør
Mynd: Shutterstock.com  

Seinastu 11 árini er innflutningsvirði á snúsi vaksið úr 900.000 krónum upp í sjey milliónir krónur.

Í nøgdum merkir tað, at í fjør innfluttu Føroyar 12 tons av snúsi í mun til sjey tons í 2011. 

Hóast vit ikki hava føroysk tøl fyri snúsnýtslu, vísir Fólkaheilsustýrið á tøl frá Hagstovuni sum vísa, at innflutningurin er vaksin nógv. 

- Tað er tekin um eitt rák, at innflutningsvirðið á snúsi er hækkað úr 900.000 krónum upp í sjey milliónir krónur upp á 11 ár, heldur Snorri Patursson, kostfrøðingur í Fólkaheilsustýrinum

Snorri Patursson heldur, at ávaringarnar um vandan við snúsi skulu gerast meira sjónligar.

Samanborið við sigarettir, er snús ikki eins væl regulerað, og málbólkurin er breidri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227