Nýggj roykilóg skal heimila landsstýrisfólki at avmarka tubbakssøluna

Nýggj roykilóg skal heimila landsstýrisfólki at avmarka tubbakssøluna
Eftir ætlan kemur uppskot um nýggja roykilóg í ólavsøkutingsetuni
Kanning hjá Kringvarpinum staðfesti í síðstu viku, at tað er ov lætt hjá børnum og ungum at keypa snús, sum er sera heilsuskaðiligt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2025 - 18:00

Ein nýggj roykilóg skal heimila landsstýrisfólkinum at avmarka søluna av tubakksvørum.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Eftir ætlan kemur uppskot um nýggja roykilóg í ólavsøkutingsetuni.

Galdandi lóg er frá 2008, og síðani eru fleiri nýggjar vørur komnar á marknaðin, sum nýggja lógin eftir ætlan eisini skal umfata.

 

Súsanna Bertholdsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Lætt at keypa snús

Kanning hjá Kringvarpinum staðfesti í síðstu viku, at tað er ov lætt hjá børnum og ungum at keypa snús, sum er sera heilsuskaðiligt.

Í lógaruppskotinum um nýggja roykilóg skal landsstýrisfólkið fáa heimild at avmarka søluna av tubaksvørum, nær og hvar tað verður selt.

Nógv ungfólk arbeiða í handli um kvøldið, og tað kann skapa keðiligar støður, at tey skulu selja tubakksvørur.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05042025_Roykilog


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952