Virðisøking krevur gransking og marknaðaratgongd

17.08.2023 - 21:30
InnlendisVinna
Virðisøking krevur gransking og marknaðaratgongd
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað verður virðisøkt innan føroysku fiskivinnuna, men tað er kanska ov illa skipað
Virðisøking krevur tættari samstarv millum vinnuna, granskingarumhvørvið og tað almenna, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ein størri virðisøking av fiskatilfeinginum krevur tættari samstarv millum vinnuna, granskingarumhvørvið og tað almenna. 

Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum eftir fiskivinnutingið, sum var í Klaksvík í gjárkvøldið.

"Skulu vit virðisøkja okkara høvuðsvinnur, so muga vit í fyrstu atløgu hugsavna okkum um gransking og marknaðaratgongd."

Vrðisøking av okkara havtilfeingi var høvuðsevnið á fiskivinnutinginum í sambandi við Sjómannadagin hesaferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV