Tóku sálmar upp í Hesti

17.09.2023 - 15:25
LívsstílurÁtrúnaður
Tóku sálmar upp í Hesti
Í Hesti hava tey í dag havt eina serliga sanggudstænastu, har sálmar vórðu tiknir upp at brúka, tá ið eingin organistur er.
Undir gudstænastuni í Hesi í dag sungu tey sálmar, sum blivu tiknir upp til seinni brúk, tá ið eingin organistur er
Mynd: Finnur Hansen  

Tað vóru Bygdarfelagið og Kirkjuráðið í Hesti, sum skipaðu fyri serligu sanggudstænastu, har sálmasangurin varð tikin upp, og tað er Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, sum tók stig til upptøkurnar.

- Sálmarnir skulu brúkast til gudstænastur, tá organistur ikki er í kirkjuni, sigur Sjúrður, sum er føddur og barnvaksin í Koltri, men øll árini hevur havt tætt samband við Hest og fólkið har.

Armgarð Arge, samskipari á átrúnaðarliga økinum í Kringvarpinum, sigur, at eftirsum organistur ikki er í øllum kirkjum í Føroyum, brúka smærru kirkjurnar sálmasavnið hjá Kringvarpinum.

- Tí verður eitt støðugt arbeiði gjørt fyri at leggja aftur at savninum, so tað kann gerast so fullfíggjað, sum gjørligt. Tiltakið í Hesti er kærkomin partur av hesum arbeiði, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392