Kristnastova 50 ár: Vit eru sum ein familja

25.09.2023 - 14:50
Lívsstílur
Kristnastova 50 ár: Vit eru sum ein familja
Kristnastova, sum hevur 50 ár á baki, hevur framvegis stóran týdning fyri føroyingar í Keypmannahavn

Fríggjadagin í síðstu viku fylti Kristnastova 50 ár.

Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Og tað hevur tað verið í nógv ár.

Fyri 50 árum síðani – í septembur í 1973 – bjóðaðu Susan og Øssur Berghamar inn til fríggkakvøldssamkomu fyri fyrstu ferð.


Kristnastova er á Birmavej á Amager í Keypmannahavn. Stásiligu húsinum og garðurin skapa góðar karmar fyri virksemið.

Íblásturin til Kristnastovu, kom ikki av ongum. Áðrenn høvdu Øssur og Susan Berghamar verið við í Operatión Josua.

Operation Josua var ein felagsskapur, har ung fólk úr samkomum og kirkjum komu saman fyri at skipa fyri til tiltøkum. Tiltøkini vóru eitt aftursvar uppá uppreistrarsinnaða rákið, sum merkti danska samfelagið.

Hetta var eisini um sama mundi at frístaðurin Christiania kom til, og gjørdist tí eisini ímyndin av einum ættarliði, sum ynsktu at frígera seg frá øllum bindandi bondum. Hagar leitaðu nógv ungfólk, ið ynsktu at liva, sum tey vildu, eisini føroyingar.

Men hetta førdi eisini til andaliga fylking millum trúgvandi. Karismatiska rørslan byrjaði at koma fram, og hetta kom eisini at ávirka trúðarlívið í Danmark. Unge Kristne gjørdist ein nýggj rødd, ið hoyrdist í samfelagnum. Alt hetta gav íblástur til Kristnastovu, sum í dag livir í besta blóma.

80 ára gamli Øssur Berghamar hevur leitt Kristnastovu í fleiri ára tíggju. Hóast hann ikki longur er fyristøðumaður í Kristnastovu, er hann framvegis nógv virkin í samkomuni. 

Niels Pauli Nónstein hevur eisini nógv ár á baki sum fyristøðumaður í Kristnastovu. Hann leiddi samkomuna í 13 ár, men fyri stuttum fluttur heim til Føroya. Tó var hann við hetta kvøldið, nú Kristnastova fylti 50 ár.

Áleið 140 føroyingar høvdu leitað sær í Kristnastovu hetta kvøldið, nú Kristnastova fylti 50 ár.

 
Er kopiera

Sí eisini

15.05.24
175102
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858